Besti spælarin hvønn mánað skal kjósast

Í ár verður farið undir at kjósa besta spælara hvønn mánað í Betri Deildunum hjá kvinnum og monnum. “Besti spælarin hendan mánaðin” verður gjørt í samstarvi millum FSF, Betri og EFFO

Sigurjón Einarsson
11. mars 2022 kl. 00:33

Vit kenna tað best úr ensku Premier League, har besti spælarin, besti ungi spælarin og besti venjarin hvønn mánað verða heiðraðir. Og nú verður farið undir hendan leistin í Betri Deildini hjá bæði kvinnum og monnum.

Í fyrstu atløgu verður besti spælarin hvønn mánað útnevndur. Tey, ið vinna heiðurin, fáa eitt gávukort upp á 1.500 krónur frá EFFO, umframt eina glasstandmynd, við áskriftini, at viðkomandi var besti spælarin í mánaðinum í Betri Deildini.

Tað eru landsliðsvenjarar, fjølmiðlar og onnur, ið hava eitt gott og breitt innlit í fremstu deildunum hjá bæði kvinnum og monnum, sum velja besta spælaran.

Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo