Tað er kalt í Oslo, har Føroyar nú klokkan 17 fara at spæla vinardyst ímóti Norra. Dysturin er á tjóðarvøllinum Ullevaal. Har eru tað -3 stig, men tað er eingin trupulleiki at spæla fótbólt, tí tað er hiti í vøllinum.
Norra er stórur biti í vinardysti. Mánakvøldið verður tað álvari, tá ið Føroyar fara at seta punktum fyri hesi undankappingini suðuri í Albania.
Tað sæst á uppstillingini í kvøld, at talan um fýra dagar verður um kappingardyst. Í Norra var Jóannes Bjartalíð í síðstu viku kosin at vera ársins spælari í næstbestu norsku deildini. Saman við liðfeløgunum í Frederikstad fer hann nú undir fyrireikingarnar til næsta ár at spæla í fremstu deildini.
Jóannes Bjartalíð hevur síðstu vikurnar verið nógv frammi í norsku miðlunum. Men í kvøld er hann ikki millum teir fyrstu ellivu. Ivalest man orsøkin vera, at hann verður ætlaður at eiga lyklaleiklut í Albania mánakvøldið.
Sannlíkt er tað, at René Shaki Joensen, sum eisini er á beinkinum í kvøld, verður millum teir fyrstu ellivu í Albania, og kanska eisini Jákup B. Andreasen, sum eisini er á beinkinum í kvøld.
Millum teir á beinkinum er eisini Adrian Justinussen. Adrian var fyri fyrstu og higartil einastu ferð á landsliðnum 29. mars 2022, tá ið Føroyar vunnu 1-0 ímóti Liktinstein í vinardysti í Spania. Patrik Johannesen skoraði málið í 39. minutti, og í 69. minutti var Adrian Justinussen skiftur inn fyri Jóannes Bjartalíð.
Um Jóannes Bjartalíð verður skiftur inn í kvøld, so verður tað 30. ferðin, at hann fer at umboða Føroyar.
Norra - Føroyar kl. 17.00
Dómarakvartett úr Íslandi: Vilhjálmur Thórarinsson , Gylfi Mar Sigurðsson, Birkir Sigurðarson og
Helgi Mikael Jónasson (4. dómari)
Føroyar: Bárður á Reynatrøð – Jóannes Kalsø Danielsen, Hørður Askham, Odmar Færø, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Brandur Hendriksson Olsen, Sølvi Vatnhamar, Gunnar Vatnhamar, Andrass Johansen – Jóan Símun Edmundsson verður fremstur.
Á beinkinum: Mattias H. Lamhauge, Bjarti Vitalis Mørk, René Shaki Joensen, Ári Mohr Jónsson, Sonni Ragnar Nattestad, Mads Boe Mikkelsen, Jákup Biskopstø Andreasen, Adrian Justinussen, Jóannes Bjartalíð, Hanus Sørensen, Klæmint Andrasson Olsen, Petur Knudsen og Pætur Petersen.