Tað sær út til, at ferðslan í Eysturoyartunlinum framvegis økist. Í august í ár koyrdu 6049 bilar í tunlinum í miðal um samdøgrið. Tað er bara í tveimum mánaðum fyrr í ár, at miðalferðslan hevur verið størri enn so. Í apríl í ár var hon 6084, og í juli í ár koyrdu 5374 bilar í miðal um samdøgrið í tunlinum.
Sammett við undanfarnu árini hevur ferðslan ongantíð verið so stór í august, sum hon nú er tað.
Í august í fjør var hon 5686, í august í 2022 var hon 5104, og í 2021 var hon 4503 bilar í miðal um samdøgrið.
Miðalferðsla pr. dag. í Eysturoyartunlinum samlað
Tá ið hugt verður eftir tølunum fyri ferðsluna millum Eysturoy og Streymoy, so er gongdin tann sama. Ferðslan í august er størri, enn hon hevur verið sama mánað undanfarnu árini, og tað er bara í juli í ár, at ferðslan var størri í miðal í ein mánað, enn hon var í august í ár.
Miðalferðsla pr. dag. í Eysturoyartunlinum Eysturoy-Streymoy
Miðalferðsla pr. dag. í Eysturoyartunlinum Strendur-Rókin
Millum Rókina og Strendur var ferðslan í august í ár størri, enn hon hevur verið í august undanfarnu árini, men sammett við undanfarnu mánaðirnar í ár, so var ferðslan millum armarnar á Skálafjørðinum minni, enn hon hevur verið allar hinar mánaðirnar.