Besta ólavsøkuminni: Føroysk klæðir og argjabáturin

- Mítt besta Ólavsøku-minnið, má vera tá eg sjálvur kundi lata meg í míni egnu føroysku klæðir, sigur Petur Frank Jákupson Holm við dimmalætting

Arnar Lognberg
28. juli 2021 kl. 17:30

- Ólavsøkan hevur altíð verið ein serstak høgtíð fyri meg. Tíðin, har familja, vinir og kenningar samlast fyri at hátíðarhalda Ólav kong, sigur Petur Frank smílandi

- Ganga oman og niðan ígjøgnum býin, støkka inn á gólv hjá fólkið og so sjálvandi ikki gloyma tað flotta kalda borðið.

- Mítt besta Ólavsøku-minnið, má vera tá eg sjálvur kundi lata meg í míni egnu føroysku klæðir. Brøður mínir høvdu ogna sær føroysk klæðir nøkur ár frammanundan, men tá eg fekk míni egnu, tá bleiv Ólavsøkan bara uppaftur betur. Vit trýggir brøðurnir eru sera tættir og bleiv tað avgjørt beinavegin at vit allir trýggir skuldu hava sama mynstrið í vestinum.

- Eitt annað minnið, ið eg serliga kann minnast aftur á, var tá ið beiggi mín, í 2011, bleiv Føroya meistari í 8-mannaførum við Argjabátinum. Hetta var fyrstu ferð í søguni, at Argjabáturin hevði vunnið trý FM-heitir á rað. Tað var ein sera stór løta, ikki bara fyri meg, men eisini fyri øll argjafólk.

- Ólavsøkan síðsta ár, var ikki hin sama, men var tað eisini av góðum grundum. Eg gleði meg til vit, øll Føroya fólk, aftur kunnu fara oman á vaglið, at syngja miðnáttarsangin saman. Hetta haldi eg er eitt av hæddarpunktunum á Ólavsøkuni. Umframt miðnáttarsangin, so eri eg eisni altíð til kappróðurin og beint eftir kappróðurin verður farið niðan í Gundadal til fótbóltsdyst.

- Fjøldin hevur longst eftir at samlast, og endiliga kunnu vit so aftur halda eina so vanliga Ólavsøku sum til ber. Ansi eftir tykkum sjálvum og ansi eftir hvørjum øðrum.

- Góða Ólavsøku øll somul, leggur Petur Frank afturat