Talan er um eina orkutøkniliga kollvelting nú tvey nýggj tok eru sett í rutu í norðurtýska statinum Niedersachsen.
Tí hetta eru heims fyrstu vetnistok, ið verða tikin í nýtslu, boðar felagið, sum eigur tokini, Alstom, frá í dag.
Tokini, sum kunnu koyra upp í 140 kilometrar um tíman eru óvanliga kvirr, sammett við vanlig tok. Tey eru nú sett í rutu á einum 100 kilometra longum teini millum býirnar Bremervörde, Cuxhaven, Bremerhaven og Buxtehude, ein ruta, sum higartil er rikin av dieseldrivnum tokum.
Verkætlanin við motorum, ið brenna vetni – tað er hydrogen ella brint – er ógvuliga spennandi, tí talan er um lutfalsliga bíligt brennievni, og útlátið er ikki annað enn vatnguva.
Vetnið verður goymt í tangum oman á tokunum, og brennikyknur umskapa vetni og súrevni til ravmagn, sum drívur tokið fram við vanligum el-motorum.
Sambært týska miðlinum, welt.de, fáa tokini vetnið frá evnafrøðiligum verksmiðjum, har evnið er hjáframleiðsla.
Ætlanin er annars í framtíðini at hava eina vetnisframleiðslu á staðnum, skrivar týska sjónvarpsstøðin NRD á netinum. Tangarnir á tokunum kunnu taka so mikið av brennievni, at tað røkkur til 1.000 kilometrar, ella koyring í ein heilan dag.
Tá komið er fram til 2021 hevur tokfelagið Alstom ætlanir um at tað skulu koyra 14 tok við hesi tøknini á týska jarnbreytanetinum, skrivar NRD.
Alstom, eitt stórt franskt felag, sum arbeiðir við bæði orku- og tokframleiðslu, hevur arbeitt tætt saman við landspartastjórnini fyri Niedersachsen fyri at menna hesi nýggju vetnistokini. Flutningsmálaráðið í Hannover hevur stuðlað verkætlanini við 81,3 milliónum evrum – yvir 600 milliónum krónum.
Tey bæði fyrstu tokini vórðu roynd og tikin alment í nýtslu í gjár, og eru sett í fasta rutukoyring í dag.