Grundlógarbroytingar eru á veg í Kuba. Ein av broytingunum verður, at kubanski forsetin bert kann sita í fimm ár í senn og bert tíggju ár tilsamans. Tað er ein stór broyting í mun til fyrr, tí Fidel Castro var forseti í Kuba í nærum 32 ár. Eisini er ætlanin, at aldursmark skal setast fyri, hvussu gamal forsetin í Kuba kann vera. Eisini tað er vorðið sum broyting, tí bæði Fidel og bróðir hansara Raúl Castro vóru komnir upp í 80-árini, áðrenn teir løgdu forsetasessin frá sær.
Nýggi kubanski forsetin, 57 ára gamli Miguel Díaz-Canel, er við í nevndini, sum skal orða komandi broytingarnar í grundlógini. Formaður í nevndini er fyrrverandi forsetin Raúl Castro, sum framvegis er aðalskrivari í kubanska kommunistaflokkinum og tískil enn er maðurin við veruliga valdinum í Kuba.
Lesið meira í Dimmalætting hesa vikuna