Bernie Sanders leggur kongin

Forsetavalevnið Bernie Sanders tekur seg úr valstríðinum og gevur Joe Biden pláss til at bjóða Trump av

Bryndis Hjartardóttir
8. apríl 2020 kl. 16:55

 Bernie Sanders hevur boða frá, at hann tekur seg úr valstríðnum. Hetta ruddar slóðina fyri Joe Biden at gerast valevnið fyri demokratanar og bjóða forsetanum Donald Trump av í november. Tað boðaðu fleiri altjóða miðlar frá fyri løtu síðani. 

Sanders kom best frá byrjan í fyrstu undanvalunum fyrr í ár, men síðani hevur fyrrverandi varaforsetin hjá Obama klára seg betur. 

Joe Biden er tí nú einasta valevnið fyri demokratanar eftir og hann verður tann, ið 3. november fer at bjóða núverandi forsetanum av.