Bernie Sanders í vøttum hevur skapt eina flóðaldu av memes á alnótini

Myndarøð: Í gjár gjørdist Joe Biden forseti, men tað er serliga ein mynd við Bernie Sanders frá hátíðarhaldinum, ið hevur verið nógv deild á sosialum miðlum. Nú hevur eitt rák tikið seg upp, har myndin av Sanders verður sett inn í aðrar kendar myndir og støður

Sigurjón Einarsson
21. januar 2021 kl. 13:20

Senatorurin úr Vermont Bernie Sanders var til hátíðarhaldið í gjár, tá Joe Biden gjørdist 46. forseti í USA. Tað var kalt á Capitol í gjár, men tað er serliga ein mynd við honum í vøttum, ið hevur skapt eitt rák á sosialum miðlum, har ein mynd við honum verður nú sett inn í aðrar kendar myndir ella støður.  

Nógvar viðmerkingar og greinar eru skrivaðar um symbolska klædnastílin hjá eitt nú varaforsetanum, forsetafrúuni, Jill Biden, umframt hjá tónleikastjørnunum Lady Gaga og Jennifer Lopez, ið framførdu til hátiðarhaldið, men tað er serliga Bernie Sanders og myndin við honum, sum hevur stolið allar yvirskriftirnar.

Fakta um memes: Eitt “meme” er eitt fyribrigdi á alnótini. Eitt meme er ofta ein mynd við einum teksti omanfyri og/ella niðanfyri myndina. Tað serliga við einum meme er onkuntíð, at tað er samanspæl millum mynd og tekst.

Memes kunnu vera stuttligar, øðrvísi og uppfinningarsamar – men tær kunnu eisini vera grovar.

Myndirnar í einum meme kunnu vera rættiliga ymiskar. Ofta er tað ein mynd við einum kendum fólki, men tað kann eisini vera ein mynd av ókendum fólki í onkrari serligari støðu, har onkur tekstur síðani verður settur til myndina.

Ein lítil myndarøð av hesum rákinum sæst her: