Myndin av amerikanska senatorinum Bernie Sanders, ið situr fyri seg sjálvan við ørmunum á kross til innsetanina av Joe Biden, har hann er í gráum vetrarjakka, munnbindi og tær nú heimskendu vøtturnar, kann enda við at gerast ein sonn gullæðr fyri ein hjálparfelagsskap.
Á sosialum miðlum er skapt ein heil flóðalda av myndum og memes við Bernie Sanders í vøttum, ið fólk kring heimin hava dámt og deilt.
Senatorurin úr Vermont hevur eisini sjálvur stuttleika sær yvir manipuleraðu myndirnar, sigur hann í samrøðu við sjónvarpstøðina, CNN.
Við sjónvarpsstøðina sigur hann, at hann er lukkuligur fyri, at kenda myndin við honum kann vera við til at útvega stórar upphæddir til fólk í USA, ið hava brúk fyri hjálp, og at hetta kann fáast til vega við at selja blusur og T-troyggjur.
Upphæddin, sum kemur inn, verður givin til ein hjálparfelagsskap, ið nevnir seg “Meals on Wheels”, sum útflýggjar mat til serliga eldri fólk við lítlari og ongari inntøku. Bernie Sanders væntar sjálvur, at sølan av klæðum við kendu myndini av sær sjálvum fer at geva felagsskapinum nakrar milliónir.
- Hetta endar við at onkrum góðum, tá alt kemur til alt, so hetta verður ikki bert nakað, sum fólk flenna eftir, sigur Sanders í samrøðuni við CNN.
Blusur og T-troyggjur við kendu myndini av Bernie eru rivnar niður av hillunum og verða nú endurprentaðar. Men vegna stóra eftirspurningin, so kann tað taka upp til átta vikur at fáa fatur á einari T-troyggju í nethandlinum hjá Sanders sjálvum.
Bernie Sanders greiddi í somu samrøðuni við CNN frá, at hann gongur ikki so nógv upp í móta. Tað var kalt í Washington tann 20. januar, tá Joe Biden varð innsettur sum nýggjur forseti, og tí hevði hann bara latið seg í eftir veðrinum.
- Og sum borgari í Vermont, so kenna vit eitt sindur til kulda, endar Sanders samrøðuna við einum skeivum smíli.