Bernhard hevur hjartað á røttum stað

Hann hevur brúkt nógvar nætur saman við heimleysum og nú hevur hann fingið ársins sálarheilsuvirðisløn

Myndin er av Facebook hjá Sinnisbata
Áki Bertholdsen
11. oktober 2023 kl. 10:53

Tað er Bernhard H. Petersen, sum fær ársins sálarheilsuvirðislønin frá Sinnisbata. 

Sinnisbati sigur, at í nógv ár hevur Bernhard verið virkin í Frelsunarherinum, har hann hevur gjørt eitt serliga gott arbeiði fyri heimleys í Føroyum, sigur Sinnisbati.

Hann var við í arbeiðnum fyri heimleys longu fyri 25 árum síðani, tá ið Herbergið læt upp.

Somuleiðis hevur hann, sum arbeiðsgevari, víst menniskjansligheit og rúmd. Bernhard hevur hjartað á røttum stað og veitir altíð eina hjálpandi hond, har hann kann, siga tey í Sinnisbata.

Bernhard hevur brúkt nógvar nætur saman við heimleysum, sum ikki hava aðrastaðni at vera enn á Herberginum, men hann hevur eisini gjørt nógv annað, sjálvboðið arbeiði.

Sum arbeiðsgevari gevur hann fólki, sum eru illa fyri fíggjarliga, ókeypis el-arbeiði, hann setir lærlingar í starv og hann dugir at fáa tað besta burtur úr hvørjum einstøkum.

Hann fær sostatt sálarheilsuvirðislønina fyri at hava víst eitt heilt serligt samfelagssinni og eina heilt serliga menniskjansligheit.

– Sum arbeiðsgevari hevur hann víst eina ábyrgd, eitt tolsemi og eina fyrigeving ímóti sínum lærlingum, sum ikki er at finna allastaðni, siga tey í Sinnisbata.