EHF hevur kunngjørt, at um manslandsliðið hjá Føroyum vinnur seg til EM-endaspælið hjá monnum í 2026, so verður heimavøllurin í Oslo.
Skipanin er soleiðis, at hýsandi londini, í hesum førinum Noreg, Danmark og Svøríki, kunnu velja eitt annað land, sum skal spæla hjá teimum. Hetta við tí fyri eyga at fáa flestar áskoðarar til innleiðandi umfarið. Noreg hevur í hesum førinum valt Føroyar at spæla í Oslo, Danmark hevur valt Týskland at spæla í Herning og Svøríki hevur valt Ísland at spæla í Kristianstad. Hetta merkir samstundis, at um Føroyar vinna seg til EM-endaspælið, so fara Føroyar ikki at vera í bólki saman við Noreg, Svøríki, Danmark, Týsklandi ella Íslandi.
EM26-undankappingin byrjar á heimavølli mikudagin 6. november móti Kosovo. Kunning um atgongumerkjasøluna til hendan dystin kemur út í næstum.
Tað ber til at lesa meiri her