Bergur verður við í flytingini

Í 2023 varð hann valdur at vera stjørnuskotið, og eisini í 2024 verður hann á liðnum, sum fer at spæla við Margáir

Bergur J. Poulsen saman við Jógvani í Skorini formanni í EB/Streymi. Mynd: EB/Streymur
Jonhard Hammer
4. desember 2023 kl. 22:04

Bergur J. Poulsen fer eisini at spæla við EB/Streymi í 2024. Tað er greitt, nú felagið í kvøld boðar frá, at Bergur J. Poulsen og EB/Streymur hava skrivað undir sáttmála, sum er galdandi fyri 2024.

20 ára gamli Bergur J. Poulsen flutti undan síðsta kappingarári úr barndómsfelagnum Víkingi og norður í Hólman á Eiði, har EB/Streymur í 2023 átti heimavøll.

Í EB/Streymi vann Bergur J. Poulsen sær fast pláss á vongverjanum í høgru. Hann royndist so væl, at hann í Føroyskur fótbóltur 2023 – fótbóltsárbókini – verður kosin at vera ársins ungi spælari í felagnum og av felagnum varð kosin at vera ársins stjørnuskot.

Hann var við í 27 dystum og skoraði fýra mál og legði upp til seks mál. Og so hevði Eyðun Klakstein U21 landsliðsvenjari boð eftir honum.

Í 2024 fer besta liðið hjá EB/Streymi at spæla við Margáir, og har verður Bergur J. Poulsen eftir øllum at døma fastur maður á liðnum.