Ongi úrslit

Bergur verður skurðviðgjørdur í morgin

Verjuspælarin hjá Víkingi breyt beinið omanfyri fótliðin í Gundadali í kvøld

Jonhard Hammer
3. apríl 2025 kl. 23:44

Tað gekk illa hjá Víkingi í Gundadali í kvøld. Eitt er, at meistaraliðið tapti 1-0 og nú er undir niðurflytingarstrikuni.

Uppaftur nógv verri var tað, at ein av spælarunum varð illa skaddur.

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki lá verjuspælarin hjá Víkingi Bergur Gregersen á vøllinum. Hann var ikki førur fyri at reisa seg aftur, og tað vísti seg, at talan var um álvarsligan skaða. Sjúkrabilur kom á vøllin eftir Bergi, sum var fluttur á Landssjúkrahúsið. Talan var um so mikið langan steðg, at dómarin legði 19 minuttir aftrat leiktíðini í fyrra hálvleiki.

Í Víkingaleguni verður í kvøld upplýst, at Bergur hevur brotið beinið dygst omanfyri fótliðin, og at hann í morgin verður lagdur undir skurð. Harvið tykist tað vera greitt, at Bergur verður ikki við næstu mánaðirnar, og spurningurin er, hvussu stóran leiklut hann fer at eiga tað, sum er eftir av hesum kappingarárinum.

30 ára gamli Bergur Gregersen hevur spælt 128 dystir í bestu landskappingini og 16 dystir í kappingini um løgmanssteypið. Víkingur fer mánakvøldið at spæla á heimavølli ímóti NSÍ í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið.

Mest lisið hesa vikuna

Rann niðan í fjøllini eftir ferðsluóhapp

1. februar kl. 14:37

Falskur politistur vitjar handlar í Havn

2. februar kl. 15:00

Jenis av Rana ávarar - men tann, sum tigir, hann samtykkir

2. februar kl. 12:40

Ekkoer fra autoritære regimer? - svar til Sjúrður Skaale

30. januar kl. 08:14

Tað eru serliga tvær orsøkir til at Smyril broytir ferðaætlan so ofta

2. februar kl. 07:52

Avaring: Umfatandi roynd at svika pengar frá fólki í Føroyum

10 tímar síðan