Bergur er nú B36ari

Vongverjin úr Gøtu flytur nú úr EB/Streymi og til B36

B36.fo
3 tímar síðan

B36 skrivar soleiðis í kvøld:

Bergur Poulsen hevur í kvøld skrivað undir sáttmála við B36. Avtalan er galdandi fyri komandi tvey kappingarárini. Ágrýtni bakkspælarin hevur seinastu tvey árini spælt við EB/Streymi. Í sama tíðarskeiði spældi hann eisini seks U21-landsdystir. Jákup Martin Joensen, høvuðsvenjari, væntar sær nógv av samstarvinum. - Bergur er ein raskur og ambitiøsur spælari, sum hevur staðið seg væl í EB/Streymi, og eg eri sannførdur um, at hann fer at fella væl til og gera góðan mun her, sigur hann. Bergur er 21 ár og fekk sína fótbóltsuppaling í Víkingi. Hann hevur higartil spælt 53 dystir í fremstu røð, steypadystir íroknaðir, og skotið sjey mál. Vælkomin í Gundadal, Bergur!