Karim Benzema kann nú kalla seg Balon d’Or vinnara fyri fyrstu ferð.
Áleyparin hjá Real Madrid og Fraklandi skjeyt 44 mál í 46 dystum fyri Real Madrid í kappingarárinum 2021-2022, og var hann eisini partur av orsøkini til, at Real Madrid vann Champions League fyrr í ár.
Sadio Mane, sum nú spælir fyri Bayern Munchen, men sum spældi fyri Liverpool farna ár, gjørdist nummar tvey, meðan Kevin de Bruyne endaði á triðja plássi.
Hóast 34 ára gamli Benzema hevur havt eina langa og framúrskarandi lívsleið sum fótbóltsspælari, hevur hann ongantíð vunnið Ballon d’Or fyrr, og hann er eisini fyrsti franskmaður, sum vinnur heiðurin, síðan Zinedine Zidane gjørdist Ballon d’Or vinnari í 1998.
Men tað er kanska ikki so løgið, at tað hevur verið torført hjá Benzema at sleppa framat, tí Lionel Messi og Christiano Ronaldo báðir hava vunnið 12 av seinastu 13 Ballon d'Or kappingunum.
Zidane var eisini til staðar í París í gjár, har hann fekk høvi at handa Benzema gylta bóltin og ynskja honum til lukku.
Vinnarin av Ballon d’Or verður valdur av 100 tíðindafólkum kring allan heimin.