Benzema sekur í avnoyðslu

Benzema hevur fingið eitt ára treytaða fongsulsrevsing fyri at hava avnoytt fyrrverandi liðfelagan fyri pengar í sambandi við eitt sex-tape. Umframt fongsulsrevsing skal Benzema eisini gjalda bót á umleið hálva millión.

Steinar Patursson
24. november 2021 kl. 09:34

Franski landsliðsleikarin og áloyparin hjá Real Madrid, Karim Benzema, er í einum fronskum rætti dømdur sekur í at hava verið partur av einum liði av monnum, ið hava avnoytt fyrrverandi liðfelagan á franska landsliðnum, Mathieu Valbuena, fyri pengar.

Benzema varð dømdur eitt ára treytaða fongulsrevsing, umframt at hann skuldi gjalda 75.000 evrur, um 560.000 krónur, í bót.

Benzema var ein av fimm monnum, ið endaðu fyri rætti í farna mánaði fyri at hava avnoytt Valbuena fyri pengar í sambandi við eitt sokallað sex-tape; eitt fúlt sjónband, ið Valbuena var á.

Málið stavar frá einari venjingarlegu hjá franska landsliðnum í 2015, har bæði Valbuena og Benzema luttóku, og teir vórðu báðir settir av liðnum aftaná.

Ákærin vildi vera við, at Benzema virkaði sum millummaður fyri hinar avnoyðararnar, nú hann var liðfelagi við Valbuena.

Benzema hevur tvíhildið um, at hann bert royndi at hjálpa Valbuena at sleppa av við óhepna sjónbandið.