Benjamin Netanyahu aftur forsætismálaráðharri
Benjamin Netanyahu hevur skipað stjórn við fleiri høgravendum og ortodoksum flokkum
Steinar Patursson
29. desember 2022 kl. 15:29
Benjamin Netanyahu er nú forsætismálaráðharri í Ísrael fyri triðju ferð, eftir at ísraelska tingið, Knesset, hevur góðkent stjórn hansara.
Flokkurin hjá Netanyahu, Likud, er farin í samgongu við fleiri høgravendar og ortodoksar flokkar fyri at fáa meiriluta við 63 tinglimum av teimum 120, sum eru í Knesset.
Og hetta verður eisini triðju ferð, at 73 ára gamli Netanyahu verður forsætisráðharri í Ísrael, og hetta verður eisini sætta stjórnin, ið hann verður forsætisráðharri fyri.
Eygleiðarar meta, at hetta verður mest høgrasinnaða stjórning, ið Ísrael hevur havt.