Benjamin Heinesen hevur longt sín sáttmála við B36, so hann eisini er galdandi fyri komandi tvey kappingarárini.
- Eg ætli mær ikki at spæla fyri onnur feløg, so tað er lætt at skriva undir, sigur hann.
Benjamin Heinesen var sum 16 ára gamal fyri fyrstu ferð við á besta liðnum í september 2012. Sum høvuðsvenjari gav Mikkjal Thomassen honum møguleikan ta ferðina, tá B36 vann 4-3 í Klaksvík. Hann er eisini tann einasti úr meistarahópinum í 2015, sum framvegis spælir fyri B36.
28 ára gamli Benjamin er fjølbroyttur og lagaligur spælari, sum er førur fyri at røkja nógvar ymsar leiklutir á liðnum. Góði stríðsviljin hevur verið eitt av hansara serligu eyðkennum.
- Eg havi drigist við fleiri drúgvar skaðar seinastu árini, men eg vóni nú at spæla við fullari megi og veruliga gera mun á vøllinum komandi árini, sigur hann.
Benjamin Heinesen hevur higartil spælt 295 skrásettar dystir fyri besta mansliðið og skotið 35 mál.
Í ár hevur hann verið við í trimum landskappingardystir í bestu deildini.