Belgia vann í kvøld 2-0 ímóti Rumenia í EM endaspælinum. Hesin dysturin varð spældur í Stuttgart.
Belgiski sigurin ber við sær, at øll liðini í bólki E hava trý stig. Harvið verður tað á síðsta dystardegi, at tað verður avgjørt, hvørji tvey lið fara víðari í kappingini sum tvey tey fremstu. Tað er eisini hugsandi, at annað av hinum liðunum fer at vinna seg víðari millum bestu tríararnar.
Teir báðir síðstu dystirnir vera mikudagin 26. juni. Tá hittast Slovakia og Rumenia og Ukraina og Belgia.
Í Belgia varð tað roknað at vera fiasko, tá ið tað í fyrsta dystinum endaði við tapi ímóti Slovakia. Í kvøld var Belgia mest sum alla tíðina leikliga greitt omaná, men tá ið støðan leingi var 1-0, so varð tað spenningur í fram ímóti dystarenda, tá ið Rumenia fekk fatur á endanum, og belgiumenninir kendust tyngdir av støðuni.
Fýra broytingar vóru á belgiska liðnum sammett við teir fyrstu ellivu ímóti Slovakia, og tað var ein av nýggju monnunum, sum skoraði 1-0 málið. Málskjútti longu eftir tveir minuttir var Youri Tielemans, sum varð spældur leysur av Romelu Lukaku, og so setti Aston Villa spælarin bóltin í málið.
Ímóti Slovakia avgjørdi VAR tvær ferðir, at mál vórðu kolldømd, sum Lukaku skoraði, og aftur í kvøld kolldømdi VAR, tá ið Lukaku setti bóltin í málið. Tað varð kolldømt fyri rangstøðu.
Tá ið Rumenia loksins hevði fótað sær, økti Belgia um leiðsluna til 2-0. Eftir langa framlegging frá málverjanum Koen Casteels var tað liðformaðurin og Manchester City spælarin Kevin De Bruyne, sum rann seg leysan og setti bóltin í málið.
Tá restaðu tað ellivu minuttir, og síðstu løtuna spældu báðir partar av lívsins kreftum. Hóast tað kendist sum um, at belgiski sigurin var í pottinum, so ráddi tað um at skora mál, tí tað kann fara at vísa seg, at málmunurin fer at verða avgerandi fyri, hvat av teimum fýra liðunum fer at vinna seg víðari í kappingini.
Tað endaði 2-0 til Belgia, og teir í belgiska hópinum stórfegnast um, at lagnan hjá teimum framvegis er í teirra hondum.