Belarus verður drigið inn í kríggið

Stjórnin í Belarus er undir trýsti úr Russlandi. Kryptisk fráboðan úr Belarus bendir á, at belarussiskir hermenn verða sendir inn í Ukraina

Aleksandr Lukasjenko er forseti í Belarus (Mynd: Wikimedia Commons)
Sigurjón Einarsson
14. oktober 2022 kl. 14:43

Tað er líkt til, at Belarus fer at hava ein meira virknan leiklut í krígnum í Ukraina. Stjórnarleiðarin - og nærmasti sameindi hjá Vladimir Putin – Aleksandr Lukasjenko sigur, at fyrrverandi sovjetska lýðveldi, við umleið níggju milliónir íbúgvum, er í holt við at búgva út herlið vegna “spentu støðuna” við markið til Ukraina.

Á einum trygdarfundi í Minsk mánadagin ákærdi Lukasjenko beinleiðis Ukraina fyri at hava ætlanir um at fremja yvirgangsatsókn móti Belarus, boðar ríkistíðindastovan í Belarus, Belta, frá.

– Vegna spentu støðuna við markið til Ukraina, vórðu vit samd um at seta herbúgving úr Russlandi og Belarus í verk, verður stjórnarleiðarin í Belarus siteraður fyri.

Sambært hernaðarligu doktrinini millum Russland og Belarus, so verður eitt álop á annað av hesum londum mett sum eitt álop á bæði londini, og tess vegna kunnu bæði londini seta ein felags her inn.

Belarus loyvir russiska herinum at brúka landaøki í Belarus at leypa á Ukraina, men Belarus hevur enn ikki sent sínar egnu hermenn í bardaga – í hvørt fall ikki sambært almennum upplýsingum.