Beinir við nýggjum lagi

Beinir Troest er komin við einum nýggjum lagi við heitinum "Romeo"

Ragnar Sjúrðarson
2. februar 2024 kl. 12:08

Ungi føroyski tónleikarin Beinir Troest hevur útgivið eitt nýtt lag í dag.

Í videolagnum sæst bólkur hansara Nikolaj Lippert, Bárður Petersen og Joakim Lambek.

Søren Christensen hevur ljóðblandað og skrivað sangin við Beinir, Anders Bønløkke hevur verið við til at skipað fyri og Mathias Warny hevur spælt trummur á innspælingini.

Hoyr og sí videolagið HER