Beinir tekur gittarin við til Nólsoyar

Beinir kemur á HEIMA at spæla løg, sum hann hevur skrivað seinastu 3 árini. Beinir er nú 17 ára gamal, og er vorðin nógvar upp

Innsent
31. mars 2018 kl. 14:11

Beinir kemur á HEIMA at spæla løg, sum hann hevur skrivað seinastu 3 árini.

Beinir er nú 17 ára gamal, og er vorðin nógvar upplivingar og royndir ríkari. Hann skrivar framvegis nógv løg, og nú eru tekstirnir á enskum.

Árini 2014-17 búðu Beinir í Alicante í Spania. Sápubløðran varð umsett til ”Burbuja de jabon”, og á nýggja videolagnum avloystu sólin og strendurnar í Alicante gerandislívið í Tróndargøtu í Havn.

Beinir Troest Rasmussen var 13 ára gamal, tá hann fyri 5 árum síðan gav út fløguna ”Kom við”, og hálvt ár seinni jólalagið ”Kennir tú hesa tíð?”. Tey 10 løgini á fyrstu fløguni, skrivaði Beinir sum 10-12 ára gamal. Tekstirnir snúðu seg um forvitni, vinarlag, happing og annað, sum børn uppliva í sínum gerandisdegi. Serliga var tað Sápubløðran, ið gjørdist kend millum børn í Føroyum.

Barnaatgongumerki til børn 0-12 ár á kr 50 kunna keypast við dyrnar á degnum um børnini hava vaksin at fylgjast við.