Fyri knøppum mánaði síðani kom debut útgávan 'Greener' hjá gávuríka sangskrivaranum Beinir út, og øll tilgongdin til nýggju sangirnar byrjaði heima í kamarinum hjá Beinir í Saltangará í 2020. Útgávan er ikki bert ein debut men ein søga um dirvi, dreymar og persónlig val og frával.
Úr kamarsvindeyganum sá Beinir tann so eyðkenda grøna graslitin men hugsaði samstundis, um grasið var grønari aðrastaðnis. Hann vildi fylgja sínum tónlistadreymum og visti, at tað kravdi, at hann mátti fara frá tryggja heimliga grundvøllinum og siga farvæl við tað og tey, ið hann var góður við. Men síðani Beinir tók avgerðina um at flyta til Danmarkar hevur gingið sera væl hjá honum. Í Keypmannahavn hitti hann framleiðararnar Anders Bønløkke (ið hevur arbeitt saman við m.o. Alphabeat og Zar Paulo) og Simon Christensen (Carpark North, Fallulah v.fl.) og saman hava teir skapað eina útgávu, ið bæði er full av orku men eisini torir at lova tí stilla og hugsunarsama framat. Útgávan hevur verið dúgliga spæld á P4 í Danmark.
Fyrsta staklagið á plátuni 'Coming Home' er ein fagnaður til Føroyar og heimstaðin. Beinir minnist væl, tá ið hann skuldi framføra sangin fyri fyrstu ferð á palli. Tá hitaði hann upp á konsertferðini hjá Jonah Blacksmith og til seinastu konsertina í Store Vega spurdu teir Beinir, um teir skuldu framføra 'Comin Home' saman. "Eg minnist, at tað sitraði í øllum kroppinum og hetta er ein framførsla, sum eg ongantíð fari at gloyma, og tí hevði tað eisini týdning fyri meg, at júst Coming Home var fyrsta staklagið á útgávuni" greiðir Beinir frá.
Beinir hevur megnað at byggja brýr millum Føroyar og Danmark, og løtan, har Beinir framførir ikoniska Kim Larsen sangin 'Hvad gør vi nu, lille du' live á trappuni á Christiansborg stendur serliga sterk eins og framførslan av nýggjasta staklagnum 'Call me A Dreamer' til 'Vild med dans' sendingina á TV2 í september.
Fríggjakvøldið og leygarkvøldið fer Beinir saman við bólki sínum á pallin í Løkshøll. Tað verður ikki bert tann eina stjørnan á pallinum hesi bæði kvøldini, tí Jónas Gaard kemur at hita upp. Jónas Gaard er 24 ára gamal og býr í Keypmannahavn. Hann er kendur fyri sínar inniligu sangir, og serliga sangurin Farin, sum hann gav út saman við Sigrid F. Hansen, hava fólk tikið til sín. Í oktober kom hansara fyrsta EP út, og tað vera løg av henni, ið hann kemur at spæla í Løkshøll. Fríggjakvøldið hevur hann beiggja sín, Ólavur, við á gittar, og leygarkvøldið verður Sigrid við, á bass og sang.
Fólk tykjast spent at hoyra Beinir, tí konsertin leygarkvøldið 23. november er útseld, men enn eru tøk pláss til eykakonsertina fríggjakvøldið 22. november.