Mynd:Beinir
Beinir framførdi í beinleiðis sending hjá DR
Ungi føroyski tónleikarin Beinir Troest sang og spældi Kim Larsen í føðingardagshaldi hjá DR fyri donsku grundlógini
Ragnar Sjúrðarson
2. juni 2024 kl. 16:50
Í sambandi við at danska grundlógin í ár verður 175 ár, skipaði Danmarks Radio fyri beinleiðis sjónvarpssending, við felagssangi av Christiansborg í gjárskvøldið.
Í millum kendu donsku sangararnar og tónleikararnar var føroyski Beinir ein teirra, ið framførdi.
Beinir sang og spældi lagið "Hvad gør vi nu, lille du" hjá Kim Larsen.
Framførslan hjá Beini kann hoyrast HER og byrjar tá 38 minuttir og 50 sekund eru farin av sendingini.