Á hátíðarhaldi í kvøld í Nýggjustovu hjá Listasambandi Føroya varð avdúkað, at ungi yrkjarin, Beinir Bergsson, fær 40.000 krónur í gávugóðsi úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum 2022.
Nevndin í grunninum, sum umboðar Fróðskaparsetur Føroya, Listasamband Føroya og Føroya Lærarafelag, grundgevur m.a. soleiðis fyri avgerðini um, at júst hetta unga skaldið hevur uppiborið fíggjarligan styrk og heiður:
Beinir Bergsson hevur givið út tvey yrkingasøvn: Tann lítli drongurin og beinagrindin og Sólgarðurin.
Beinir Bergsson hevur longu fingið viðurkenning fyri sínar skaldagávur. Fyrsta Ebbuvirðislønin varð latin honum fyri debutyrkingasavnið Tann lítli drongurin og beinagrindin í 2018, og Sólgarðurin var í uppskoti til norðurlendsku bókmentavirðislønina í 2022.
At gávugóðs úr Grunni Torvalds Poulsen av Steinum nú verður latið honum er fyri at strika undir, at her er eitt ungt yrkjaratalent, hvørs skaldskapur hevur dygd og serligan týdning og tí stuðul uppibornan.
Yrkingasavnið Tann lítli drongurin og beinagrindin, ið Sprotin gav út í 2017, snýr seg um sorg eftir at hava mist pápan. Tað er torført at seta orð á sorgina, nevna tey deyðu og tosa um tey. Í nøkrum reglum úr yrkingini “Buldurbrakið” lýsir Beinir Bergsson frustratiónina soleiðis:
"Orðini kámaðust alsamt, tey grulvaðu longur niður í hálsin.
Í neyðstøðuni koyrdi hann hondina inn í munnin fyri at
fáa fatur á ljóðunum. So hann endiliga kundi hoyra, hvørji
tey vóru.
Hondin fekk fatur á teimum, aftaná at hava leitað allastaðni
í hálsinum, sum hon hevði leitað áður".
Hetta er ein góð og sterk lýsing, sum knýtir saman orð, hond, háls o.s.fr., og letur sorgina koma fram í rørslum, sum lesarin kann kenna aftur og skilja.
Seinna savnið, Sólgarðurin, sum kom út í 2021 á forlagnum Exil, er eitt undangonguverk, tí tað er so opið og týðiligt um kærleikan, longsulin og girndina millum tveir menn.
Ein kundi hugsað, at tað ikki var neyðugt at nevna hetta innihaldsliga eyðkennið í savninum ella gera nakað burturúr tí; men tað er umráðandi at nevna, tá vit hugsa um ta umrøðu og viðgerð, sum samkynd og lgbt+ hava fingið í almennum kjaki í Føroyum.
Tí kunnu vit vera errin og fegnast um, at Beinir Bergsson hevur dirvi at geva yrkingasavn út um sínar kenslur og sína tráan uttan at fjala, hvør hann er. Hetta er fyrimyndarligt og ruddar slóð fyri øðrum, ungum sum eldri. Við útgávuni Sólgarðurin letur Beinir Bergsson upp fyri nýggjum leiðum í føroyskari yrking á ein vakran og inniligan hátt, har náttúra, kroppar, kærleiki, tráan og vinar- og ættarbond ganga inn í hvørt annað.
Beinir Bergsson hevur MA-útbúgving í bókmentum og týðingarfrøði frá Háskóla Íslands, og hann lesur í løtuni Ritlist á Fróðskaparsetri Føroya.
Beinir Bergsson varð eisini tilnevndur at fáa bókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins í fjør fyri yrkingasavnið, Sólgarðurin (Mynd: kvf.fo)
Myndin beint omanfyri er frá Kringvarpi Føroya, tá Ingi Rasmussen 27. februar í fjør hevði samrøðu við unga yrkjaran, sum varð tilnevndur bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri annað yrkingasavn sítt, Sólgarðurin. Tann samrøðan kann hoyrast her.