Beinir Bergsson fekk Virðisløn til ungt listafólk 2024

Bergsson rithøvundi, Virðisløn til ungt listafólk 2024 fyri avrik síni

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Almenna- og mentamálaráðið
23. oktober 2024 kl. 19:57

Í grundgevingini stendur millum annað soleiðis:
Beinir Bergsson debuteraði við yrkingasavninum Tann lítli drongurin og beinagrindin í 2017 og fekk hann fyri hetta í 2018 Ebbuvirðislønina, 
Næsta yrkingasavnið, Sólgarðurin, hevur vakt stóran ans bæði her heima og uttanlands, og varð innstillað til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina í 2022. Sólgarðurin er nú týdd til fleiri mál, m.a. enskt, grikskt, íslendskt og danskt.
Komandi og triðja yrkingasavn hansara, Náttargarðurin, heldur fram, har Sólgarðurin slepti.
Í útvarpssendingini Samværi gevur Beinir eitt týdningarmikið og slóðbrótandi íkast til samrøður um føroyska list.
Fyri sína týðandi rødd á føroyska listapallinum fær Beinir Bergsson virðisløn til ungt listafólk 2024.

Virðisløn til ungt listafólk er 50.000 kr., og hon verður latin ungum, sum hevur víst serliga góðar gávur og fyri at eggja til framhaldandi virksemi og menning.

Les alla grundgevingina HER

Síggj heiðursfilm til Bein Bergsson frá Lív Mariu Róadóttir Jæger HER