Júst sum alsamt fleiri russar vórðu byrjað at snara á BBC í Russlandi, so hevur russiska stjórnin nú sett so strang átøk í verk, at BBC sær sær ongan annan útveg, enn at gevast í Russlandi.
Aðalstjórin í BBC, Tim Davie, sigur, at vegna nýggju lógirnar í landinum, so eru “óheft og ópolitisk tíðindi nú vorðin ein brotsgerð”.
– Vit hava tí einki annað val, enn at fyribils gevast við okkara virksemi í Russlandi, og taka okkara tíðindafólk heim, skrivar hann í einari fráboðan.
Bretski verjumálaráðharrin, Ben Wallace, fordømir eisini hesa avgerð. Við Berlingske sigur hann, at:
– Hetta bjargar ikki Vladimir Putin frá sannleikanum. Eg haldi, at hetta er eitt stórt inntriv í okkara frælsi, sigur bretski verjumálaráðharrin, nú Russland hevur blokerað fleiri av vesturlendsku miðlunum.
BBC upplýsti fríggjadagin, at tey taka síni tíðindafólk heim úr Russlandi.
Hetta hendir, eftir at tað russiska parlamentið fríggjadagin samtykti eina nýggja lóg. Lógin merkir, at fólk kunnu fáa upp til 15 ára fongsulsrevsing, verður viðkomandi dømdur fyri at hava útbreitt “følsk” tíðindi.