BBC: SAS deild myrdi 54 óvápnaðar afghanar

Ein kanning hjá BBC vísir, at ein deild hjá SAS kappaðist við aðrar deildir um at drepa flest fólk, og at deildin myrdi 54 óvápnaðar afghanar í Helmand í 2010/2011

Tilvildarlig mynd. Ein bretskur hermaður á venjing. Mynd :EPA
Steinar Patursson
12. juli 2022 kl. 12:57

Ein nýggj kanning frá BBC vil vera við, at illgruni er um, at ein deild hjá bretska SAS myrdi 54 óvápnaðar afghanar undir einari tænastuferð í Helmand í Afghanistan, meðan tey sameindu vóru í kríggi har.

BBC vil eisini vera við, at hóast ovastin fyri bretsku serdeildirnar, Mark Charleton-Smith hevði fingið boð um illgrunan, hevði hann ikki latið boðini víðari til bretsku hernaðarløgregluna; heldur ikki eftir at hernaðarløgreglan var farin at kanna deildina fyri morðini.

Charleton-Smith, ið síðani gjørdist ovasti fyri bretska herin, legði frá sær í farna mánaði, sigur BBC. Hann vil ikki gera viðmerkingar til ákærurnar.

Tað er BBC Panorama, ið hevur viðgjørt “fleiri hundrað” síður av frágreiðingum um tænastuferð hjá SAS deildini í Helmand í 2010/2011, og fleiri SAS hermenn hava greitt BBC frá, at teir vóru vitni til, at óvápnaðir afghanar vórðu dripnir av øðrum SAS hermonnum. Eisini hava hermenninir greitt frá, at í sambandi við morðini vórðu brúkt sokallað “drop weapons”; vápn - serliga AK 47 riflur - ið verða løgd hjá teimum myrdu, so tað sær út sum at morðið varð gjørt við heimild.

Kanningin vil vera við, at herdeildin kappaðist við aðrar herdeildir um at fáa flest dráp.

Bretska verjumálaráðið vil ikki gera viðmerkingar til kanningina hjá BBC, men ger kortini greitt, at vantandi viðmerkingar merkja ikki, at verjumálaráðið ásannar, at morðini eru framd.