Bátur við 30 líkum funnin nær Senegal

Herurin í Senegal hevur funnið ein bát við 30 líkum nær strondini

Ragnar Sjúrðarson
23. september 2024 kl. 21:23

Í Senegal hevur herurin funnið ein bát við 30 líkum í havinum umleið 70 kilometrar frá høvuðsstaðnum Dakar. Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Ein bátur hjá herflotanum varð sendur avstað, tá báturin varð kannaður í kvøld.

Sambært eini fráboðan frá herinum vóru líkini næstan rotnaði, sum ger tað trupult at eyðmerkja tey deyðu.

Neyðhjálparfelagskapurin Walking Borders upplýsti í juni, at næstan 5.000 fráflytarar vóru deyðir í ársins fyrstu fimm mánaðum í eini roynd at náa Kanarisku Oyggjunum frá Vesturafrikansku strondunum. Oyggjarnar, sum liggja uttanfyri Afrika, eru spanskir landspartar.