Í 2023 vórðu 574 børn fødd í Føroyum. Tað eru heili 167 børn ella 23 prosent, færri børn enn í 1985, sigur Hagstovan.
Men uppgerðin hjá Hagstovuni vísir eisini, at tað er rættiliga stórur munur á, hvussu støðan er í teimum ymsu økjunum í landinum
Í Norðoyggjum eru 20 prosent færri børn fødd í 2023 enn í 1985.
Í Eysturoynni eru 12 prosent færri børn fødd í 2023 enn í 1985.
Í Norðstreymoy øki eru 30 prosent færri børn fødd í 2023 enn í 1985.
Í Suðurstreymoy øki eru 17 prosent færri børn fødd í 2023 enn í 1985.
Í Vágum eru 18 prosent færri børn fødd í 2023 enn í 1985.
Í Sandoynni eru 37 prosent færri børn fødd í 2023 enn í 1985.
Men í Suðuroynni ber av, tí har barnatalið minkað nógv meiri enn aðrastaðni í landinum. Í Suðuroynni er talið á børnum, sum vórðu fødd í fjør, heili 55 prosent færri enn tað var í 1985.
Í myndini hjá Hagstovuni niðanfyri sæst, hvussu nógv børn eru fødd í teimum ymsu økjunum í 2023 aftur ímóti 1985 - og allastaðni er stór minking.