Barnakona dripin í Holbæk - barnið livir enn

Kvinnan, ið var við barn, varð júst liðug til arbeiðis og hevði sett seg í bilin, tá brotsmaðurin leyp á hana. Kvinnan varð staðfest deyð, tá hon kom til sjúkrahúsi í Holbæk, men barnið yvirlivdi

Kim Loevkivist úr løgregluni í Mið- og Vestursælandi á tíðindafundi um drápið í Holbæk. (Mynd: politi.dk).
Kristian Waag Dam
4. november 2022 kl. 14:30

Seint í gjárkvøldið varð ein 37 ára gomul kvinna, ið var við barn, stungin og dripin í danska býnum Holbæk. Hesum boðaði løgreglan í Mið- og Vestursælandi frá í morgun.

Løgreglan fekk eina fráboðan um álopið á kvinnuna klokkan 23:10. Álopið fór fram fram á Samsøvej í Holbæk.

- Vit fáa eina fráboðan um, at eitt álop er ígongd. Vit eru rættiliga skjótt á staðnum við einari patrulju, ið finnur kvinnuna illa særda av fleiri knívstungum. Hon verður staðfest deyð, tá hon kemur til sjúkrahúsi í Holbæk, sigur vaktleiðarin hjá løgregluni í Mið- og Vestursælandi við Ritzau.

Tann 37 ára gamla barnakonan hevði júst fingið frí frá arbeiði og sat í bilinum, tá hon var álopin av brotsmanninum.

- Hon verður álopin, meðan hon situr í bilinum, og verður tikin úr bilinum, sigur vaktleiðarin.

Meðan álopið fór fram, royndi eitt vitni at steðga álopinum. Sambært vaktleiðaranum er tað ein kvinna, ið gongur framvið, sum sær hendingina. Kvinnan tekur í brotsmannin, men tað eydnast henni ikki at forða drápinum. Síðan er tað komið fram, at kvinnan, sum royndi forða drápinum, var ein starvsfelagi hjá álopnu kvinnuni.

Kvinnan og barnið

Løgreglan í Mið- og Vestursælandi hevur váttað í tíðindaskrivi, at dripna kvinnan var við barn. Sambært tíðindaskrivinum er barnið enn á lívið. Løgreglan skrivar einki um, hvussu langt kvinnan var komin í burðartíðini.

Í løtuni liggur barnið á sjúkrahúsinum. Hesum hevur vaktleiðarin hjá løgregluni í Mið- og Vestursælandi váttað fyri Ritzau.

Fyrstu løgreglufólkini, ið komu á staðið, góvu illa særdu kvinnuni fyrstuhjálp, og soleiðis eydnaðist tað barninum at yvirliva, skrivar løgreglan í tíðindaskrivi.

Tann 37 ára gamla kvinnan, sum var álopin, búði í Odsherred kommunu, ið liggur áleið 30 kilometrar uttanfyri Holbæk. Kvinnan hevði afghanskan ríkisborgaraskap.

Brotsmaðurin

Síðan álopið hevur løgreglan verið til staðar á Samsøvej í Holbæk, har hendingin fór fram. Í nátt kannaði løgreglan økið við hundum.

Sambært løgregluni fór brotsmaðurin bert eftir 37 ára gomlu kvinnuni. Løgreglan hevur lýst brotsmannin sum ein 18-19 ára gamlan mann. Hann er klænur og millum 170-175 centimetrar. Hevur lang bein, brúnur í húðini og ílatin einum svørtum jakka og svartari húgvu. Sambært Danmarks Radio hevur brotsmaðurin eisini røtur í útlondunum.

Enn veit løgreglan ikki at siga, hví brotsmaðurin drap kvinnuna.