Tey foreldur, sum hava børn í frítíðarsskúla, barnagarðinum og vøggustovuni hjá kommununi, fáa eina óvæntaða jólagávu frá býráðnum aftur í ár. Og tað er, at tey sleppa frá at rinda ansingargjald nú í desembu mánað.
Barna og ungdómsnevndin hevur einmælt samtykt í kvøld, at nú í desembur verður barnaansingin ókeypis.
Nú skal málið eisini viðgerast í fíggjarnevndini, og síðani skal tað samtykkjast í býráðnum seinni í mánaðinum.
Men Levi Mørk, formaður í barna og ungdómsnevndini í Vágs býráði, sigur, at tað verður bara ein avgreiðsluspurningur.
Vágs Býráð sigur í eini fráboðan í kvøld, at í samband við at Vágs kommuna hevur aftur fingið væl meira inn í skatti í ár, verður einki ansingargjald kravt fyri jólamánaðin.
Eisini í jólamánaðinum í fjør var barnansingin ókeypis og nú verður tað so endurtikið aftur í ár. Eisini í fjør varð tað einmælt samtykt.
Inntøkurnar av skatti hava verið framúr góðar í ár, har Vágs Kommuna fer at hava nakrar milliónir meiri í inntøkum enn mett varð frammanundan, sigur Levi Mørk.
Hendan jólagávan til barnafamiljur í Vági, kostar kommununi einar 200.000 krónur, sigur formaåurin í barna-og ungdómsnevndini.