Í dag, leygardag 16. oktober, fer Vár Berghamar Jacobsen at lesa úr bókunum hjá sær um Ludda og Lundisu.
Upplesturin verður klokkan 11 í Miðlatúni í Vági og klokkan 13 í bókasavninum á Tvøroyri.
Í Vági fer Sámal Midjord at spæla nøkur løg til bókaframløguna, og á Tvøroyri verður tað Lív Næs, sum fer at spæla.
Bókadeildin verður til staðar og selur tær tríggjar bøkurnar fyri serprís.
Tiltakið er til børn, sum eru umleið 3-6 ár.