Karlot Hergeirsson forseti í Kiwanis Tórshavn og Djóni Eidesgaard aðalskrivari í Barnabata. Mynd: Karlot Hergeirsson
Barnabati fingið 75 túsund krónur frá Kiwanis
Gávan frá Kiwanis Tórshavn er til Í menniskjum góður tokki hjá Barnabata
Jóannes Hansen
9. desember 2023 kl. 13:37
Í vikuskiftissendingini í Kringvarpinum í gjár, handaði Karlot Hergeirsson, forseti í Kiwanis Tórshavn, Djóna Eidesgaard, aðalskrivara í Barnabata, gávubræv uppá 75.000 kr. til “Í menniskjum góður tokki” hjá Barnabata. 75.000 kr. er tað yvirskotið, sum Kiwanis væntar at hava av jólatræssøluni í ár.
Eins og undanfarin ár selur Kiwanis jólatrø í tjaldinum aftan fyri Sjónleikarahúsið. Sølan er byrjað, og opið er hvønn gerandisdag kl.16-20 og leygar- og sunnudag kl. 14-20. Við at keypa eitt jólatræ frá Kiwanis stuðlar tú sostatt “Í menniskjum góður tokki”, sigur Karlot Hergeirsson.