Bárður Oskarsson gevur út nýggja myndabók

Rættindini til bókina eru longu seld til USA og Danmark, har bókin verður útgivin seinni í ár

Fríðmundur Nattestad
3. juni 2024 kl. 12:00

Bob er heiti á nýggju myndabókini hjá Bárði Oskarsson. Myndirnar hava eyðkenda stílin hjá Bárði, og undirspælda, stuttliga og minimalistiska søgan hevur eitt filosofiskt tvist. Bob er triðja bókin um hundin Hilbert og kaninina Bob. Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bókina út.

Hetta skrivar Bókadeild Føroya Lærarafelags í tíðindaskrivi.


Um bókina:

Bob hevur funnið ta heilt røttu gularótina í handlinum, men knappliga er hon burtur … Hann gloymdi hana í bussinum. Men so kemur Hilbert, og kanska alt fer at laga seg.

Bókin er innbundin, og 32 bls.


Um rithøvundin:

Bárður Oskarsson er føddur í 1972 og er ein tann mest týddi føroyski rithøvundurin. Bøkurnar hjá honum eru útgivnar á uml. 20 ymisk málum. Fyrsta bók hansara er Ein hundur, ein ketta og ein mús frá 2004. Tann best kenda er helst bókin, Flata kaninin.

Træið, sum er fyrsta bókin í røðini um Hilbert og Bob, vann Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn norðurlandaráðsins í 2018. Rættindini til Bob eru longu seld til USA og Danmark, har bókin verður útgivin seinni í ár.