Bárður leitar eftir veggum til gøtulist

Í samband við eina stóra altjóða gøtulist-verkætlan, leitar Bárður Dal Christiansen eftir veggjum at prýða á her í Føroyum. Endamálið við tílíkum verkætlanum er at rótfesta eina gøtulist-mentan her á landi, heldur listamaðurin

Sigurjón Einarsson
18. februar 2021 kl. 14:10

Úti í heimi er gøtulist eitt kent fyribrigdi, men enn er tann mentanin á einum byrjanarstigi her í Føroyum. Tað heldur Bárður Dal Christiansen, ið leitar eftir veggjum at prýða við gøtulist her á landi.

- Gøtulist-mentanin er á einum byrjanarstigi í Føroyum, men eg síggi stórar menningarmøguleikar fyri mær, tá tað kemur til hesa listina. Tað virkar fyri mær, sum flest fólk seta prís á, tá okkurt nýtt og spennandi poppar upp, sigur listamaðurin í viðtalu við Dimmalætting.  

Í hesum sambandi hevur Bárður Dal Christiansen skrivað eitt uppslag á Facebook, har hann beinleiðis heitir á fólk um at seta seg í samband við seg, skuldi okkurt húsaskjøldur ella annar veggur verið tøkur til at prýða við gøtulist.

Stødd á veggi einki at siga

Bárður sigur, at hann leitar ikki eftir einum ávísum slag av veggi ella skjøldur á húsum at prýða á. Hann hevur roynt bæði stórar veggir og eisini minni.

- Eg vil gjarna gera bæði – altso bæði stórar veggir, ið siga POW!, men eg eri eisini áhugaður í minni veggjum, sum standa eitt sindur avsíðis og í kontrast til landslagið. Tað er kanska nakað, ið ikki er gjørt enn, so tað kundi verið spennandi eisini, sigur Bárður.

Listamaðurin – ella bardurdc, sum hann eisini nevnir seg – hevur áður verið partur av øðrum verkætlanum, ið minna eitt sindur um tað, hann ætlar at fara í holt við í summar. Tað er millum annað Litbrá-verkætlanin á Tvøroyri og eisini aðrar verkætlanir í Havn.

Onnur listafólk skulu geva íblástur

Umframt at leita eftir mongum uttandura løriftum, so roynir Bárður eisini at finna listafólk til verkætlanina. Eitt av listafólkunum verður eftir ætlan danska listakvinnan Jacoba Niepoort, ið er viðurkend í Danmark fyri sína gøtulist – serliga í samband við, at nýggjar metrostøðir lótu upp í Keypmannahavn á heysti 2019. Meðan støðirnar vóru í gerð, var nógv gøtulist at síggja á veggjum kring arbeiðsplássini. Her prýddi Jacoba metrohegnið í Norðhavnini.

Jacoba Niepoort var bert 18 ár, tá hon gjørdi sítt fyrsta stóra gøtulistaverk. Síðani tá hevur hon ferðast kring heimin og prýtt nógv býarrúm.

Endamálið er at rótfesta eina gøtulist-mentan í Føroyum

Bárður Dal Christiansen sigur, at endamálið við at skaffa viðurkend og altjóða nøvn til Føroya er, at rótfesta eina gøtulist-mentan her og landi ella í øllum førum at hækka um støðið fyri hesi listini í Føroyum, enn tað er í løtuni.

Men fyri at alt hetta skal verða veruleiki, so skal fígging til. Tí ætlar Bárður sær eisini at skaffa fígging og stuðul til hesa verkætlanina í næstum, ið væntandi og vónandi verður veruleiki í juli-august mánaði í summar, sigur hann.