Nógv rósti føroyski teknarin og rithøvundurin, Bárður Oskarsson, er innstillaður til báðar tær stóru virðislønirnar fyri barna- og ungdómsbøkur í ár.
Talan er um myndabókina Træið, sum hann gav út á Bókadeild Føroyar Lærarafelags út í fjør.
Í dag boðar Útnorðurráðið frá, at Træið er føroyska innstillingin til vestnorðurlendsku barna- og ungdómsbókmentavirðislønina í ár.
Hini innstillaðu er grønlendska myndabókin ”Kammagiitta! (Vil du være min ven?)” eftir Maja-Lisa Kehlet úr Grønlandi og skaldsøgan ”Úlfur og Edda” eftir Kristín Ragnu Gunnarsdóttir.
Íslendska skaldsøgan var innstillað til virðisløn Norðurlandaráðsins í fjør.
Myndabókin hjá Bárði Oskarsson er innstillað til virðislønina hjá Norðurlandaráðnum í ár, og sostatt hevur føroysingurin møguleika at verða valdur í báðum teimum stóru norðurlendsku bókmentavirðislønunum fyri barna- og ungdómsbókmentir.
Útnorðurráðið hevur síðan 2002 latið virðisløn til barna- og ungdómsbókmentir á øðrum hvørjum ári. Bárður Oskarsson hevur vunnið heiðurslønina fyrr, tað var í 2006 fyri bókina ”Ein hundur, ein ketta, ein mús”. Seinast, í 2016, fekk Rakel Helmsdal virðislønina sum annar føroyingurin. Tað var fyri bókina ”Hon, sum róði eftir ælaboganum).
Í 2013 valdi Norðurlandaráðið eisini at geva eina virðisløn fyri barna- og ungdómsbókmentir á hvørjum ári. Enn hevur ongin føroyingur fingið hesa virðislønina.
Virðislønin hjá Útnorðurráðnum fyri barna- og ungdómsbókmentir er 60.000 danskar krónur. Vinnarin verður avdúkaður í Reykjavík 12. oktober.
Virðislønin hjá Norðurlandaráðnum er 350.000 krónur. Vinnarin verður avdúkaður í Operuni í Oslo 30. oktober.
Um bókina Træið skrivaði Bókadeildin soleiðis í fjør:
Enn einaferð hevur Bárður gjørt eina myndabók, sum á yvirflatuni sýnist rættiliga einføld, men sum kortini rúmar eina rúgvu av stuttligum og undurfullum detaljum. ‘Træið' er søgan um kaninina, Bob, hundin, Hilbert og eitt træ. Hilbert og Bob eru vinir. Men Hilbert er ein snedigur snigil, og Bob veit ikki ordiliga, um hann skal trúgva øllum, sum Hilbert sigur. Til dømis, tá ið Hilbert sigur, at hann hevur verið hinumegin træið. Og als ikki, tá ið hann sigur, at hann dugir at flúgva og hevur ferðast um alla verðina, tí Hilbert hevur ongantíð verið burtur leingi …