Bárður á Reinsarínum
Konsertin verður nú sunnudagin
Jonhard Hammer
26. januar 2024 kl. 20:19
Sunnudagin 28. januar vitjar Bárður á Lakjuni á Reinsarínum.
Bárður er eitt tað heitasta navnið úr Fuglafirði seinastu árini. Við eini framúr rødd, gjøgnumførdum tekstum og super lagsmíð, so hevur hann fingið sítt heilt egna ljóð.
Hesa ferð verða tað ikki færri enn átta fólk á pallinum, so at Bárður veruliga kemur til sín rætt.
Tú fert at uppliva egin løg, og løg eftir Leonard Cohen við føroyskum týðingum eftir Niels Midjord og Alexandur Kristiansen.