Bárður A. Niclasen verður deildarleiðari á føroysku veðurstovuni

Bárður er 47 ára gamal og er útbúgvin Cand. Scient í jarðalisfrøði og hevur tikið Phd í alduforsøgnum

Sigurjón Einarsson
3. desember 2021 kl. 14:01

Bárður A. Niclasen er settur sum deildarleiðari á Veðurstovuni at byrja 1. januar í 2022.

Bárður er 47 ára gamal og er útbúgvin Cand. Scient í jarðalisfrøði og hevur tikið Phd í alduforsøgnum. Hann kemur úr einum starvi sum útbúgvingarleiðari í verkfrøði á Setrinum.

Á Veðurstovuni starvast í løtuni tveir veðurfrøðingar. Ætlandi verða  fleiri starvsfólk sett í næstum, so hvørt sum deildin verður útbygd og fleiri uppgávur og ábyrgdarøki verða yvirtikin frá DMI.

Veðurstova Føroya skal, umframt at gera og miðla veðurforsagnir, eisini granska lokala veðrið, veðurlagið og veðurlagsbroytingar. Eisini skal veðurstovan gera modellkoyringar av veðri, aldu og streymi við meira. 

Føroyska veðurtænastan varð yvirtikin frá DMI tann 1. apríl 2009. Samstundis varð sáttmáli gjørdur við DMI um at halda áfram við at veita ymsar veðurtænastur til Føroya - veðurvánir, data til WMO, hagtøl við meira. Veðurtænastan fyri flogferðslu er tó enn ikki yvirtikin.

Veðurstova Føroya er skipað sum ein deild undir Vørn, sum er stovnur undir Fiskimálaráðnum. Høvuðsdeild og vaktarstova er á veðurstøðini við Boðanes í Havn.