Tað var rættiliga nógvur vindur í gjár, men løgreglan sigur, at tað spældi væl av. Tey siga, at tilsamans varð ringt til teirra 11 ferðir at boða frá skaða - ella at vandi var á ferð.
Fyrstu ferð, telefonin ringdi, var klokkan 8.40 í gjáramorgunin og seinastu ferð hon ringdi, var klokkan 18.48. Og tað var tí mesta av landinum, at ringt var um skaðar, heilt úr Suðuroy og norður til Streymnesar, Glyvrar og Nólsoy.
Løgreglan sigur, at talan var bara um smáar skaðar - ella at fólk ringdu tí tey mettu at skaði var við at henda. Talan var um plattar við byggitilfari, takplátur, húsaklædning, onkra altanhurð, onkur veggur, og onkur ringdi eisini um onkur gomul hús, sum vóru so skirvislig, at vandi var fyri, at tey fóru.
Løgreglan sigur, at í hvørjum einstøkum føri fingu bjargingarliðini boð og so bjargaðu tey støðuni