Mjørkin argar framvegis flogferðsluna. Floglíkindini eru so mikið vánalig, at tað bara eitt eitt flogfar, sum hevur sett seg á flogvøllin í Vágum, og tað er bara eitt flogfar, sum er farið úr Vágum.
Flogfarið, sum setti seg klokkan 14.09, kom úr Stavanger, har tað hevði staðið síðani í gjárkvøldið. Talan var um flogfar úr Danmark.
Flogfarið, sum fór úr Vágum klokkan 15.32, hevði kós til Billund. Umborð er hondbóltslandsliðið, sum beinanvegin, eftir at flogfarið hevur lent í Billund, fer víðari í leiguflogfarið. Kósin verður sett ímóti Norðurmakedonina, har landsliðið klokkan 18 í morgin fer at spæla avgerandi dyst um rættin at vera við í HM endaspælinum eftir árskiftið. Føroyar vunnu mikukvøldið fyrra dystin 34 – 27.