Forboðið ímóti at lata russisk skip sleppa í føroyska havn, verður ikki avtikið. Løgtingið hevur samtykt, at einastu russisku skip, sum sleppa at brúka føroyskar havnir, eru tey skip, sum fiska av russisku kvotuni undir Føroyum, tí tey sleppa inn at umskipa lastina og at proviantera.
Men síðani hevur Fólkaflokkurin lagt uppskot fyri Løgtingið um at avtaka bannið og at loyva øllum russiskum skipum í Havn í Føroyum, akkurát sum tað var undan russisku innrásini í Ukraina.
Men nú Uttanlandsnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt málið, er tað greitt, at Fólkaflokkurin stendur púra einsamallur í hesum málið, tí allir hinir fimm flokkarnir á Løgtingið vilja varðveita bannið.
Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, Framsókn og Miðflokkurin, vísa á, at Føroyar standa saman við vesturheiminum og hevur sett somu tiltøk í verk ímóti Russlandi, sum ES hevur sett í verk.
Harumframt hava vit noktað russiskum skipum atgongd at fiska í sjóøkinum vit hava felags við Bretland, umframt at vit hava sett ein umfatandi havnastongsil í verk.
Og teir taka ikki undir við, at slaka verður í tiltøkunum ímóti Russlandi.
Sambandsflokkurin sigur, at tey hava alla tíðina mælt til, at Føroyar halda seg til at seta somu tiltøk í verk ímóti Russlandi sum Noregi.
Skal endamálið vera at fylgja altjóða tiltøkum, og samstundis gera vart við sína ónøgd móti Russlandi, er tað rættast at hava sama boðskap sum onnur lond. Tí tekur heldur ikki Sambandsflokkurin undir við at lata havnirnar upp aftur fyri russiskum skipum.
Fólkaflokkurin heldur, at tað er ov illa telvað av landsstýrinum, at vit hava koyrt russarar úr felagsøkinum við Bretland - og tað gjørdu vit eftir ynski frá bretum - uttan at vit hava fingið nakað afturfyri frá bretum fyri at ganga ynski teirra á møti.
– Tiltøkini raka ávísar veitarar meint og hava nógv størri ávirkan á føroyska búskapin, enn tey tiltøkini, sum nakað annað land í vesturheiminum hevur sett í verk móti Russlandi, sigur Fólkaflokkurin.
–Meðan tiltøkini eru oyðileggjandi fyri føroyskar veitarar, gera tey ongan mun, tá tað snýr seg um at órógva ella steðga russisku krígsmaskinuni, leggja tey afturat.
Nú eru vit farin aftur við tað gamla, har russisk skip umskipa á opnum havi, har tað ikki er ber til at hava eftirlit við, hvat skipini hava í lastini.
Men sleppa øll russisk fiskiskip til bryggju í Føroyum, ber væl til at hava neyvt eftirlit við, hvat skipini hava umborð, sigur Fólkaflokkurin.