Við mánaðarlok savnast politikarar, umhvørvisfelagsskapir og plastídnaðurin úr heimsins londum í Ottawa í Kanada til samráðingar um eina nýggja altjóða plastsemju. Tað er ST, ið skipar fyri samráðingunum og er hetta hin fjórða av sínum slag.
Og vónirnar eru stórar.
Tøl frá heimsnáttúrugrunninum WWF og Plastic Free Foundation vísa nevniliga, at 85 % vilja at einnýtisplast verður bannað. Yvir 24.000 fólk úr 32 ymsum londum vórðu spurd. Harumframt vísti kanningin, at 90 % stuðla einum altjóða banni av vandamiklum evnafrøðievnum í plasti.
Einnýtisplast hevur verið ein trupulleiki kring knøttin í eitt áratal, sum mann í seinastuni hevur roynt at fáa bilbugt við, ikki minst í Evropa og umvegis ES. Tað er serliga úti á havi og við strendur, at einnýtisplast javnt og samt hópast upp, har tað voldar trupulleikar fyri umhvørvið og djór. Lond í eitt nú Afrika og Asia eru illa rakt av plastdálking.
Í miðal verða 820.000 tons av plasti framleidd hvønn dag. Sambært framrokningum er hetta talið tvífaldað í 2040 og trýfaldað í 2050.
Endaligu samráðingarnar um eina altjóða plastavtalu væntast at vera frá 25 november til 1 desember í Busan í Suðurkorea.