Úrslitini hjá Føroya Banka-samtakinum eru góð, nú roknskapartølini fyri fyrra hálvár eru kunngjørd í dag.
Tað merkir, at fyrra hálvár í ár hevði bankin 175 milliónir í avlopi fyri skatt, samanborið við 162 milliónir fyri skatt í fyrra hálvári í fjør.
Bankin sigur, at føroysku húsarhaldini, og føroyska vinnan, hava tað framvegis gott, og hava klárað at staðið ímóti rentuhækkingum, og nógvu príshækkingunum, hesi seinastu árini. Nú eru príshækkingarnar avhæsaðar og rentan er aftur farin at lækka.
– Vit hava ein góðan grundleggjandi rakstur og eitt gott úrslit í fyrra hálvári, sigur Turið F. Arge, forstjóri í Føroya Banka, í tíðindaskrivi í morgun.
Hon sigur, at bæði útlán og innlán, eru hækkað og virðisbrøvini hava kastað meiri av sær.
– Vit kunnu staðfesta, at at innlánini eru hækkað og tað kann gera stóran mun hjá tí einstaka at hava pengarnarar standandi á eini kontu við góðari rentu, sigur stjórin.
Harumframt er hetta eitt teknin um, at sum heild eru fólk væl fyri, sigur bankin,
1. august 2024Roknskapurin í stuttum:
• Úrslitið fyri skatt er 175 mió. kr.
• Útlánini hjá bankanum eru 9,0 mia. kr.
• Realkredittlánini hjá bankanum eru 2,6 mia. kr.
• Innlánini hjá bankanum eru 9,2 mia. kr.
• Leiðslan væntar, at nettoúrslitið eftir skatt í ár verður millum 225-255 mió. kr.