Í sambandi við at BankNordik hevur endurskoðað gjøld og kostnaðir, hevur bankin valt at strika fleiri gjøld umframt at gera prísbygnaðin hjá privatkundum meira einfaldan.
Eitt nú verður Netbankin ókeypis fyri allar privatkundar, gjaldið fyri at rinda við inngjaldskorti er strikað, og kontugjaldið hjá fleiri privatkundum er avtikið. Harafturat tillagar bankin fyrimunaskipanina, soleiðis at samlaði prísbygnaðurin verður meira einfaldur.
”Vit eftirmeta javnan okkara prísir og kostnaðir fyri at tryggja kappingarførar prísir, og vit hava nú valt at strika fleiri kostnaðir. Til dømis hava vit gjørt av, at allir privatkundar skulu kunna fáa og brúka Netbankan heilt ókeypis, og at eitt nú kontugjaldið hjá fleiri kundum fellur burtur. Hóast broytingarnar bera ein kostnað við sær fyri bankan, so eru hetta neyðugar broytingar til frama fyri okkara privatkundar”, sigur Turið F. Arge, forstjóri í BankNordik.