Bakkar á vongunum

Tað vera tveir bakkar á vongunum móti Eysturríki. René Shaki Joensen verður uttastur í høgru og Ári Mohr Jónsson í vinstru. Her er byrjunaruppstillingin hjá Føroyum

Sigurjón Einarsson
9. oktober 2021 kl. 19:01

Tað eru nakrar broytingar í byrjanaruppstillingini hjá Føroyum móti Eysturríki í kvøld. Tað eru nakrir dagar síðani, at tað varð kunngjørt, at Meinhard Olsen ikki fór at gerast nóg birgur at spæla í kvøld. Ivamál hevur eisini verið um Sølva Vatnhamar, og nú er greitt, at hann heldur ikki er klárur at spæla í kvøld.

Í teirra stað koma René Shaki Joensen og Ári Mohr Jónsson, sum fyri tað mesta hava verið brúktir sum bakkar, tá teir hava spælt. René kann brúkast á nógvum plássum, og spældi meira sentralt á liðnum í fyrru Nations League-kappingini.

Eisini er Viljormur Davidsen við aftur, eftir at hann mátti sita yvir í síðsta mánað, tá hann varð settur í sóttarhald.

Soleiðis sær byrjanaruppstilling út:

Føroyar (4-5-1): Teitur Matras Gestsson - Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen - René Shaki Joensen, Hallur Hansson (L), Gunnar Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Ári Mohr Jónsson - Jóan Símun Edmundsson