Bakkafrost fer at gera íløgur fyri 1,8 milliardir krónur

Íløguætlanin hjá Bakkafrost fyri tíðarskeiðið 2020 til 2022 er áljóðandi 1,8 milliardir krónur, íroknað viðlíkahaldsíløgur, men ikki íroknað íløgur í The Scottish Salmon Company

Sigurjón Einarsson
11. mai 2021 kl. 10:05

Endamálið við íløguætlanini er framhaldandi at lækka lívfrøðiliga váðan, økja um virkisføri og skapa burðardyggan vøkstur, so árliga framleiðslan hjá Bakkafrost í Føroyum sum frálíður verður 100.000 tons í kruvdari vekt. Strategiin at framleiða størri smolt er ein týdningarmikil partur av hesi ætlan.

Samanumtikið er Bakkafrost væl á leið við íløguætlanini. Smoltstøðin á Strond er liðug og útbygging av smoltstøðunum á Norðtoftum og í Glyvradali er í gongd. Í øðrum ársfjórðingi 2020 skrivaði Bakkafrost undir avtalu um bygging av nýggjum brunnbáti á 7.000 m3. Hesin verður millum annað útgjørdur við hybrid-tøkni fyri at minka um útlátið. Nýggi brunnbáturin, ið verður liðugur í fyrru helvt av 2022, fer at tryggja enn betur møguleikar fyri lúsaviðgerð við feskum vatni og hevur harafturat ein týdningarmiklan leiklut í mun til aling á opnum havi.

Biogassvirki FÖRKA er tikið í nýtslu og økir alsamt um framleiðsluna av grønari orku – bæði el til netið hjá SEV og fjarhita. Hettar fer at minka CO2 útlátið við 11.000 tonsum.

Afturat íløguætlanini í Føroyum, so ætlar Bakkafrost at gera árligar íløgur fyri umleið 350-400 milliónir krónur í Skotlandi tey næstu fimm árini. Ein stórur partur av hesum er til bygging av trimum stórum smoltstøðum.

Bakkafrost fer at greiða nærri frá íløguætlanini á íleggjaradøgunum tann 14.-15. september í ár.