Bakkafrost fer nú undir at byggja eina nýggja smoltstøð í Skálavík. Hon verður 28.600 kubikkmetrar og árliga framleiðslan verður umleið 6,5 milliónir smolt upp á 500 gramm.
Sostatt verður støddin á smoltstøðini í Skálavík á leið tað sama sum norðuri á Strond, sum er umleið 30.000 kubikkmetrar.
Hesi næstu árini, frá 2024 - 2028 fer Bakkafrost at gera íløgur fyri einar tríggjar milliardir í Føroyum. Hesi seinastu fimm árini hevur Bakkafrost gjørt stórar íløgur í at útbyggja smoltstøðirnar í Glyvradali, á Norðtoftum og Viðareiði, umframt øðrum.
Endamálið er at ala laksin longri á landi og harvið stytta tíðina, hann skal vera á sjónum og tískil verður arbeitt fram ímóti at smoltini skulu verða størri, tá ið tey verða sett í ringarnar á sjónum.
Tað verður Nofitech, sum skal gera smoltstøðina á Skálavík. Tey hava eisini gjørt støðirnar í Glyvradali og í Applecross í Skotlandi.