Bakkafossur kemur leygardagin

Bakkafossur telist millum størstu skip av sínum slag í heiminum, og móttøka verður fyri nýggja skipinum leygardagin

Steinar Patursson
5. januar 2023 kl. 12:19

Leygardagin kemur nýggja tænastuskipið hjá Bakkafrosti, Bakkafossur, á Glyvrar, og tí sambandi verður skipað fyri móttøku.

Um Bakkafoss sigur Bakkafrost, at skipið telist millum størstu tænastuskip í heiminum til alivinnu.

Skipið kann føra umleið 1000 tons av livandi fiski og hevur fleiri ymiskar møguleikar at veita tænastu til alivinnuna, millum annað viðgerð við feskvatni fyri laksalús og toknur, skiljing av fiski og aling á opnum havi.

Skipið er 109 x 22 metrar og er útgjørt við hybri-skipan, ið merkir, at diesel motorar saman við battaríum tryggja umleið 20 prosent sparing í orkunýtslu.

Harumframt er skipið fyrireikað til at skifta til eina fullkomna grøna orkuloysn, tá slíkar verða til taks.

Hátíðarhaldið byrjar á Glyvrum leygardagin klokkan 12:30.