Bagge og Jón taka yvir í NSÍ

Nevndin í NSÍ boðaði í gjárkvøldið frá, at tað var sum bolt.fo skrivaði fyrr í vikuni, at fyrrverandi venjarin í felagnum kemur aftur. Og hann hevur samstarvsfelaga sín úr AB, Jón Krosslá Poulsen, við sær

Sámal Erik Hentze er aftur venjari í NSÍ (Mynd: nsi.fo)
Sveinur Tróndarson
1. juli 2022 kl. 01:26

Tað verður Bagge, ella Sámal Erik Hentze, sum tekur við sum venjari í NSÍ eftir Toda Jónsson, sum varð sagdur úr starvi fyri tveimum vikum síðan.

Tað hevur ljóðað, at hetta fór at vera loysnin, men felagið hevur ikki viljað váttað tað, tí alt var ikki komið upp á pláss.

Men tað er tað nú og á heimasíðuni boðar NSÍ frá, hvør loysnin er.

- Nú er greitt, hvør kemur at venja NSÍ. Vit eru fegin og stolt av at kunngera at Sámal Erik Hentze verður nýggjur venjari hjá NSÍ restina av árinum, og komandi ár. Felagið ynskir eina góða og varðandi loysn, sum kann gagna øllum felagnum í nógv ár fram, skrivar nsi.fo.

Sámal Erik Hentze er ein royndur maður, sum hevur verið venjari í 17 ár í bestu og næstbestu deildini síðan 2001.

Hann hevur vant AB nógv og byrjaði eisini kappingrárið sum venjari hjá besta liðnum har, men hann endaði tað samstarvið fyrr í ár. Harumframt hevur hann vant B36, HB, Víking - og NSÍ. Eisini hevur Bagge verið - og er enn - venjari hjá U21-landsliðnum hjá monnum, har hann hevur fingið framúr góð úrslit við tí liðnum.

Sum nevnt er eitt av feløgunum, sum Sámal Erik Hentze hevur vant, NSÍ, sum hann vandi í 2018, tá liðið endaði á øðrum plássi.

- Tá hann gavst tá segði hann, at hann “ikki var liðugur” í NSÍ. Tí fegnast vit um, at Sámal Erik Hentze hevur játtað at taka yvir sum høvuðsvenjari, og byrjar hann beinavegin. NSÍ er í gongd við at byggja upp, og er Sámal Erik Hentze heilt víst rætti maðurin, sum kann flyta NSÍ rættuliga nógv, skrivar nsi.fo.

Afturat sær í NSÍ fær Sámal Erik Hentze hjálparvenjaran, sum hann hevði í AB í ár, Jón Krosslá Poulsen. Hann er eisini kendur úr føroyska fótbóltsheiminum, tó fyrst og fremst sum spælari, sum nú farin venjaraleiðina, sum nú heldur fram í Runavík.

Sámal Erik Hentze hevur sum venjari vunnið meistaraheitið fýra ferðir, og sum ein av heilt fáum venjarum við trimum feløgum. Hann gjørdist meistari við HB í 2009, við B36 í 2014 og við Víkingi í 2016 og 2017.

Nú tekur hann við aftur í NSÍ, hann byrjar í starvinum beinanvegin og hevur gjørt avtalu við felagið, sum røkkur til endan av næsta kappingarári.